Hvussu leingi kann ein bussførari koyra, áðrenn hann hevur rætt til hvíld? Hvussu leingi er ráðiligt hjá føraranum at koyra, áðrenn hann gerst troyttur, verður til ampa í ferðsluni, ella trygdin beinleiðis kemur í vanda? Í Føroyum er tað ein spurningur millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara.
Í grannalondum okkara og í ES finnast krøv, sum siga, hvørji rættindi bussførarin hevur til hvíld. Men tílík krøv finnast ikki í Føroyum, og í Vinnumálaráðnum, sum er politiski myndugleikin á økinum, verður ikki arbeitt við málinum. Spurningurin er ikki aktuellur í løtuni verður sagt.
Koyringin hjá Bussleiðini í Tórshavnar Kommunu varð tíðliga í summar boðin út, tilboðini eru komin inn, og býráðið hevur gjørt av at arbeiða víðari við onkrum av tilboðunum. Men heldur ikki í býráðnum er spurningurin um hvílitíðirnar hjá bussførarunum aktuellur.
- Vit hava ikki sett fram nøkur krøv um at bussførarar skulu hava ávísar hvílitíðir, tá leiðirnar vóru bodnar út ? tað er ikki okkara borð at taka støðu til handa spurningin, segði Sjúrður Olsen, formaður í Teknisku Nevnd í Tórshavnar Kommunu við Sosialin fyrr í vikuni. Einasta krav er, at fólkið, sum skal arbeiða í einskildu, kommunalu busskoyringini, skal vera limur í einum fakfelag.
Saknar reglur á økinum
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, saknar greiðar reglur á økinum. Hann vísir á dømi, har bussførarar í høvuðsstaðnum hava koyrt í átta til níggju tímar út í eitt, uttan steðg. Hann metir, at Tórshavnar Býráð eigur at taka spurningin við, tá støða skal takast til tilboðini uppá busskoyringina.
- Tað er greitt, at vit hava ongar reglur á økinum, og tí hevur býráðið sum so ongar skyldur. Men eg haldi, at býráðið átti at tikið spurningin við í viðgerðina, og gjørt ásetingar um fastar hvílitíðir, nú busskoyringin næstu sjey árini verður løgd í fastar rammur, sigur Jón Kragesteen. Útbjóðingin av busskoyringini er galdandi frá 1.februar næsta ár til 31.januar 2010. Jón Kragesteen vísir á, at tað kann vera trupult at koma aftur um aftur og tosa um hvílitíðir, tá avgerðin er tikin, og sáttmálarnir eru undirskrivaðir.
Regluliga hvíld
Sum dømi um, hvussu reglurnar kundu sæð út, ber til at hyggja at norsku reglunum fyri bussførarar. Í Norra má ein bussførari t.d. í mesta lagi koyra buss í níggju tímar um dagin, men tó kann hann, tveir dagar um vikuna, koyra tíggju tímar. Men reglurnar siga samtíðis, at hann innan fyri 14 dagar, í mesta lagi hevur loyvi at koyra 90 tímar. Somuleiðis siga norsku reglurnar, at ein bussførari ikki má koyra meira enn 4,5 tímar, áðrenn hann skal hava ein steðg uppá í minsta lagi 45 minuttir. Í Danmark og restina av ES eru líknandi reglur fyri hvílitíð hjá bussførarum.
Jón Kragesteen heldur, at norsku- og ES-reglurnar kunnu vera góðar at meta seg eftir, tá vit í Føroyum skulu gera okkara egnu reglur á økinum. Hann vísir á, at trupulleikin er bara at finna í Bussleiðini í høvuðsstaðnum, tí hjá Bygdaleiðum eru onnur viðurskifti galdandi, og har hava bussførarar sum er møguleika fyri hvíld.