Tað er ikki vanligt í grannalondum okkara, at tey deyvu eru í føstum starvið, men soleiðis er ikki í Føroyum. So gott sum øll eru á ein ella annan hátt virkin á arbeiðsmarknaðinum, og tað er sjálvandi áhugavert, tá vit hugsa um støðuna í grannalondunum, har fleiri enn 60 prosent av teimum, ið hava hoyribrek eru arbeiðsleys.
Sambært Edny Poulsen, sum er tolkur, er orsøkin fyrst og fremst, at tey deyvu eru meira integreraði í samfelagið her, enn tey eru í grannalondunum, og at tað á onkran hátt er meira góðtikið, at fólk bera brek.
Fá deyv í Føroyum
Men ein onnur grund, kundi sambært Edny Poulsen verið, at tað eru so fá deyv. Tey eru bert nøkur og tredivu. Tað skuldu tó verið nøkur fleiri, tí vanligt er at ein av hvørjum túsund er deyvur, og tí skuldu tað hagtalsliga verið eini 50 deyv fólk í Føroyum.
- Vit mugu minnast til, at søgan hjá teimum deyvu fyrst og fremst liggur í Danmark, og tað er høvuðsorsøkin til, at tað ikki eru so nógv deyv í Føroyum, sum tað hagtalsliga skuldu verið, sigur Edny Poulsen.
Hon leggur afturat, at tað ikki eru so nógv deyv í Føroyum, sum eru farin frá fyri aldur, tí tað eru júst hesi, sum fóru til Danmarkar sum ung, og ikki vendu heimaftur.
Síðani tey deyvu fingu møguleika at vera verandi í Føroyum, eru sera fá flutt av landinum. Hetta kemst av, at tey hava fingið møguleikar, eru góðtikin í samfelagnum, og eru sloppin at nýta síni evnir í Føroyum, sambært Edny Poulsen.
Øll kenna onkran deyvan
Tað deyvu gera nógv ymisk arbeiðir. Tey eru til dømis snikkarar, stuðlar og sunnheithjálparar. Orsøkin til at so nógv fólk eru í arbeiði, er sambært Edny Poulsen, at tey sleppa framat.
- Tey deyvu í Føroyum eru so mikið sjónlig. Næstan øll kenna onkran deyvan, og tí hava tey lættari við at vera góðtikin. Arbeiðspláss eru heldur ikki bangin fyri at seta deyv, tí tey vita, at tað so gott sum altíð ber til at fáa tolk, og tí er uppgávan minni møtumikil, sigur Edny Poulsen.
Sambært Edny Poulsen, er tað soleiðis í Danmark, at tey deyvu er so mikið nógv í tali, at tey hava sera lætt við at vera eitt slag av sermentan, har tey ikki hava so nógv samband við hoyrandi. Soleiðis kunnu tey ikki gera í Føroyum, tí tey er so mikið fá, at flestu fólkini, tey hava samband við eru hoyrandi.
- Tey eru jú bara nøkur og tredivu, so tað sigur seg sjálvt, at tey mest koma í kontakt við hoyrandi. Eisini eru tey sera røsk at nýta síni rættindi, og tað hjálpir teimum sjálvandi eisini, tá tey skulu vera ein náttúrligur partur av samfelagnum, sigur Edny Poulsen, tolkur.