Á ongari leið

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

“Ikki í leið” stendur viðhvørt á bussunum. Har átti at staðið “Á ongari leið.”

Tað góða, ja, tað einasta jaliga, sum er at siga um føroyska fólkaræðið, er, at tað loypur ikki framav. Tað skundar sær ikki. Tað ger líkasum einki í óðum verkum. Tað fer ikki fram eftir fummum. Ikki undir normalum umstøðum.

Bara seinasta dagin í tingsetuni. Ella dagin, tá løgmaður heldur eitt lyfti, lyftið um at skriva út val, tí hann hevur ikki annað val enn at skriva út val.

Men annars krevja tingmálini ta tíð, tey krevja. Og einki er liðugt og so framvegis.

Nú ganga aftur tíggju ár, áðrenn kommunusamanvavstur aftur nærkast løgtinginum. Og pensjónsnýskipanin verður eisini ein nýskipan um 15 ár, hóast hon tá verður farin at nærkast pensjónsaldrinum og Samhaldsfasta. Stjórnarnýskipanin kemur ongantíð aftur. Hon doyr av elli.

Men so viðhvørt bragdar, og ferð kemur á. Seinasta dagin, hvør hann so er, kemur veruliga glið á og alt fer á glið. Frávik frá frávikum frá frávikum frá frávikum. Nú hava nøkur øgiligan skund. Atkvøtt verður eftir bestu sannføring um rossahandlar. Men tað gongur ikki betur enn væl, tí stundir vóru ikki at temja rossini, áðrenn tey vórðu handlað á loyniligum tvingsilsuppboði og goldin við neyðsemjum við landskassaveðhaldi.

Nýggja pensjónin er ikki fyritíðarpensjón, so hon hevur ongan skund. Um 15 ár er hon aftur í tingsalinum. Og so kæra fakfeløg og pensjónistafeløg sína neyð, tey eru hvørki spurd ella hoyrd. Pensjónsnýskipanin er ikki búgvin, hóast hon skjótt er eldri enn nógv tingfólk, sum veljarin heldur eru búgvin at vera har.

Og kommunurnar kunnu uttan nakran váða fáa prentað brævpappír og brævbjálvar við gamla búmerkinum til næstu tíggju árini.

Tað eitur fólkaræði, tí fólkið velur fólk í løgtingið fyri at ráða fólksins vegna. Tað fáa tey úrvaldu sína góðu løn fyri.

Tað heldur fólkið. Men tingfólk taka avgerðir eftir egnu, bestu sannføring, egnu bestu sannføring. Ikki veljarans bestu sannføring.

Tað skilur veljarin sjálvandi væl. Hon krevur ikki, at tingfólk, sum ikki tora at taka avgerðir, fara úr tinginum og røkja síni hjástørv fulla tíð ella skriva seg inn í ALS.

Hon velur tey bara aftur.

Nú verður aftur val. Ein leygardag, tí tað er so hugnaligt.

Ein leygardag, so veljaranum ikki nýtist at fara úr arbeiði fyri at velja. Tað vil veljarin sjálvandi helst ikki.

Annar hugni má útsetast, og Lagnusynfoniin verður ikki framførd tað kvøldið.

Dagurin 29.oktober eitur Narcissus. Tilvild sjálvandi. Og summartíðin endar sunnunáttina, so ein tími meira verður at fagna fagnaða fólkaræðinum.

Løgtingið er 99 prosent gaman og eitt prosent álvari. Valstríðið er 200 prosent tvætl. Og fjølmiðlarnir spæla við. Teirra fremsta endamál er at undirhalda. Fjøldin krevur og fær undirhald fyri allar pengarnar. Valstríðið er funnin fressur. Undirhaldið kemur av sær sjálvum í fimm vikur. Er eitt sirkus í nánd, er fjórðings statsvaldið altíð til reiðar. So má annað bíða.

Og so sigur onkur, at politikkur er keðiligur.

Nú eru sjey flokkar ella átta. Flestu atkvøðurnar fær sundurlyndið. 43 sleppa á hvønn lista. Átta ferðir 43, sum halda seg duga at stýra landinum.

Og dupult so nógv tilboð koma í postkassan. Valið stendur millum tíggju litrar av kemiskum sukurvatni og sodavælferð.

Nú eigi eg skjótt so nógv valkort, at eg fái spælt kort við teimum. Svartaper.