Ongar visjónir og eingin kós

– Tað, sum var gott í ólavsøkurøðuni, var ikki nýtt, og tað sum var nýtt í røðuni, var ikki gott, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann heldur lítið vera at viðmerkja í røðuni, tí har vóru ongar visjónir og eingin greið kós í politikkinum – annað enn at halda fram sum higartil.

– Løgmaður tykist bara vilja leggja eitt mjørkatám út yvir tað, sum er, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.