Tað fær álvarsligar avleiðingar fyri SEV, at teir ikki sleppa at seta ætlaðu vindmyllurnar upp í Húsahaga í summar.
- Vit hava longu mist møguleikan at seta vindmyllurnar upp í Húsahaga í summar, og tað merkir munandi øktar útreiðslur í mun til løgdu fíggjarætlanina, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Talan var um 13 vindmyllur á 900 kilowatt, sum ætlandi skuldu spara SEV umleið 27 milliónir í oljuútreiðslum.
- Soleiðis sum eg skilji tað, skal vinnukærunevndin hava ein fund seinast í hesum mánaðinum, og har skal so ein niðurstøða gerast. Seinast vit vóru í vinnukærunevndini, sluppu vit við til fundin, men um nevndin arbeiðir á sama hátt sum seinast, veit eg ikki, sigur Hákun Djurhuus.
Hvussu SEV síðani arbeiðir, valdast um, hvør niðurstøðan hjá Vinnukærunevndini verður.
- Vit skriva ongan sáttmála so leingi vit ikki vita, hvørja niðurstøðu Vinnukærunevndin kemur til, sigur Hákun Durhuus.
Hoyringsfreistin var úti 3. mai, og Hákun Djurhuus roknar við, at nevndin nú arbeiðir við teimum viðmerkingum, sum hon hevur fingið.
- Seinast fall ein avgerð stutt eftir, at nevndin hevði sín samlandi fund, so eg rokni ikki við, at tað fer at gerast so drúgt at bíða eftir niðurstøðuni, tá nevndin hevur havt sín fund seinast i hesum mánaðinum, sigur Hákun Djurhuus.