Síðani kommununevndin er liðug við álitið um framtíðar kommunubygnaðin í Føroyum er tað einamest spurningurin um at leggja kommunur saman, sum er umrøddur.
Ikki minst hevur tað vakt áhuga, at nevndin heldur, at frægasta loysnin er at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.
Tó ber tað til at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu, heldur nevndin.
Vit fara í hesum, og komandi bløðum at tosa við kommunalpolitikarar í Suðuroynni um hetta mál og spyrja teir, hvat teir halda, og hvørjar fyrimunir og vansar teir síggja við einari ella tveimum kommunum í Suðuroynni.
Í greinini omanfyri er tað býráðsformaðurin í Vági, Jógvan Krosslá, sum sigur sína meining.
Hin ³stóri3 kommunalpolitkarin í Suðuroynni, Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, er enn ikki sinnaður at gera viðmerkingar til álitið um framtíðar kommunubygnaðin í Føroyum og um, hvussu nógvar kommunur eiga at vera í Suðuroynni. Hann ætlar sær at bíða eitt sindur.
Bygdaráðsformaðurin í Porkeri, Anna Larsen ætlar sær eisini at bíða.
Hon sigur, at hon hevur ikki lisið álitið frá kommununevndini nóg nágreiniliga til at hon hevur gjørt upp við seg sjálvan, hvørja støðu hon skal hava.