Hóast brandmeistarin í Havn, Kartni Jacobsen, aðrastaðnis á síðuni vil verða við, at sløkkiliðið hevur okkurt um tvær árligar felagsvenjingar fyri sínum froskmonnum, so er hetta ósatt sambært froskmonnunum sjálvum.
Sosialurin hevur tosað við fleiri av froskmonnunum, og teir seg einki kenna til nakrar venjingar.
- Eg havi arbeitt sum sløkkiliðsmaður og froskmaður í fleiri ár, og eg havi enn ongantíð verið við til nakra froskmannavenjing, sigur ein teirra. Tað sama sigur ein annar, sum tó sigur seg hava hoyrt um eina venjing, har helmingurin av monnunum vóru á sjónum, meðan hin helvtin bara stóð og hugdi at.










