Ongar uppsagnir í væntu

- Vit fara at finna tær fýra milliónirnar, sum skulu til fyri at dekka lønarvøkstrinum, á rakstrinum hjá kommununi, og uppsagnir eru ikki ein loysn, sigur Heðin Mortensen. - Vit hava ikki lagt upp fyri einum lønarvøkstri í uppskotinum fyri fíggjarlóg fyri komandi ár.

Tað viðgongur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Hann ivast kortini ikki í, at tað fer at bera til at finna pengarnar ? einar fýra milliónir krónur ? aðrastaðni í rakstrium hjá kommununi.

- Sjálvt um miðað var ímóti einari null loysn, so mugu vit viðganga, at eitt prosent er langt frá teimum seks prosentunum, ið almennu fakfeløgini løgdu út við, sigur Heðin Mortensen.

Fíggjarlógin hjá Tórshavnar kommunu er samtykt við aðru viðgerð, og júst hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Heðin Mortensen sjálvur gekk á odda við at vraka uppskotið hjá SEV um at hækka elprísin við 15 oyrum.

- Vit mugu so taka lønarhækkingina við. Vit kunnu jú illa rokna við, at lønirnar skulu standa í stað, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin í Havn er formaður í Kommunusamskipan Føroya, men hann heldur ikki, at ein lønarhækkan kemur óvart á hinar stóru kommunurnar í Føroyum.

- Eg kenni ikki til støðuna hjá øllum teimum stóru kommununum, men eg veit, at summar hava tikið hædd fyri einari lønarhækkan, so eg rokni ikki við, at hetta verður ein trupulleiki hjá størru kommununum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.