Ongar uppsagnir hesa vikuna

Stjórin í Kringvarpinum hevur í dag boðað starvsfólkum frá, at ongar uppsagnir verða hesa vikuna.

– Eg veit, at fleiri tykkara bíða eftir eini kunning frá leiðsluni í sambandi við bygnaðarbroytingar og uppsagnir, nú vit nærkast mánaðarskiftinum. Á fundi í dag hava umboð fyri leiðsluna greitt álitisfólkunum á stovninum og fakfeløgunum báðum, Føroysk Miðlafólk og Starvsmannafelagnum, frá ógreiðu støðuni.

Tað sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, í fráboðan til starvsfólkinin.

Hann sigur víðari. at hann kann staðfesta, at einki óvæntað í sambandi við uppsagnir hendir komandi dagarnar, tí partarnir á fundinum í dag hava avrátt, at hittast aftur seinni í vikuni.

Hann sigur eisini, at stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur boðað Mentamálaráðnum frá, hvørjar neyðugar tillagingar mugu gerast í Public Service sáttmálanum, um Kringvarpið skal klára seg við 54 mió. kr. í inntøkum næsta ár. Mentamálaráðið hevur svarað og sagt, at stýrið kann tillaga virksemið, men ásetingarnar í Kringvarpslógini skulu haldast.

Dia Midjord staðfestir, at soleiðis bendir lítið á, at politiski myndugleikin er sinnaður at finna eina skundloysn, sum áleikandi støðan í Kringvarpinum krevur, skulu sparitiltøkini ikki setast í verk.

– Meira sannlíkt er, at politiska skipanin er sinnað at viðgera inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpinum í framtíðini. Hetta seinna tekur drúgva tíð, skal góðkennast í løgtinginum, og vit kenna ikki úrslitið.

So alt er óvist um dagarnar, men eg kann staðfesta, at einki hendir hesa vikuna, tí leiðsla, álitisfólk og fakfelag hava avtalað at møtast aftur seinast í vikuni, sigur kringvarpsstjórin í fráboðanini til starvsfólkið í Kringvarpinum.