Ongar upp­sagnir enn

Politið í Før­oy­um veit ikki, um spar­ing­ar eisini skulu gerast í Før­oy­um

Randi Jacobsen

Í politinum í Danmark verða gjørdar um­fat­andi spar­ingar, og hóp­ur av fólki runt í land­i­num skulu sigast upp. Bæði politistar og fólk í umsitingini skulu spar­ast.
- Vit hava ikki merkt spar­ing­ar­nar á sama hátt, men vit sleppa neyv­an und­an, sig­ur Hald­is Poul­sen, skriv­stov­ustjóri ­á fút­a­­skriv­stovu­ni.
Hon sigur, at tey fylgja væl við, hvat brúkt verður, eisini av fólki.
Annars er ikki ov nógv at taka av í Før­oy­u­m, tí í um­sit­in­g­ini kring land­ið eru 23,2 fólk. Har­aft­rat ­koma reingerðarfólk, park­er­ings­vørð­ar­nir, sum pol­i­ti­ið um­sit­ir fyri komm­un­ur­nar, eitt kt-fólk og hús­a­vørð­ar.