Nú verður avsannað, at grannar við Íslandsvegin hava savnað inn undirskriftir ímóti at eitt hús verður brúkt til íbúðir til sálarsjúk Tað kom annars fram í Kringvarpinum í gjár, eftir upplýsingar úr Almannaverkinum. Men í Kringvarpinum í dag avsanna grannar á Íslandsvegnum, at undirskriftir eru savnaðir inn.
Og samstundis staðfestir Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum í Kringvarpinum, at tey hava einki grundarlag fyri at siga, at undirkriftir eru savnaðar ímóti at gentan og hann heldur, at tað er “stærkt beklagiligt”, at nakar á Almannaverkinum hevur sagt tað.
Vit á info skuldi tosað við Andras Róin, stjóra á Bústøðum í morgun, men hann ringdi ikki aftur sum avtalað. Men í Kringvarpinum sigur hann, at tey hava ikki fingið nakrar undirskriftir ímóti at sálarsjúka gentan flutti inn. Tað ørkymlar hann og hann heldur, at tað er øgiliga óheppið fyri grannalagið.
Les eisini: Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki
Men hann sigur, at tey hava fingið viðmerkingar úr grannalagnum. Í fyrstuni kallar hann tað ein fyrispurning, um, hvørjar ætlanir eru við grannalagnum. Hinvegin staðfestir Edvard Heen, at Almannaverkið hevur fingið at vita frá Bústøðum, at klagur eru komnar úr grannalagnum um ætlanina. Somuleiðis verður orðið klaga brúkt í eini frásøgn frá fundi ímillum Almannaverkið og Bústaðir og “lat okkum bara kalla tað eina klagu”, heldur Andras Róin fyri.
Les eisini: Hetta er sera syrgiligt
Annars hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum boðað løgtinginum frá í morgun, at hon fer at kanna málið fyri at fáa greiði á, hvat er hent.
|










