Ongar ætlanir um uppsagnir

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan bygnað. Tað hevur býráðið samtykt. Kommunan skal skipast í tríggjar deildir, trivnaðardeild, vinnu- og mentanardeild og tekniska deild. Yvir teimum verður kommunustjórin, sum skal virka beint undir borgarstjóranum.

Skipanin kemur í gildi á nýggjárinum.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri viðgongur, at tað kann tykjast løgið at gera so umfatandi broytingar, sum settar verða í gildi stutt eftir kommunuvalið. Hinvegin hevur býráðið arbeitt í eitt ár við ætlanini, og borgarstjórin heldur tað vera rættast, at eitt sitandi býráð ger eitt slíkt arbeiði og ikki eitt nýtt býráð, sum beint eftir valið hevur so nógv at seta seg inn í.

Haraftrat leggur hon dent á, at alt býráðið hevur arbeitt saman við umsitingini um hetta mál.

Gunvá við Keldu sigur, at ongar ætlanir eru um at siga fólki úr starvi.

Tað hevur ljóðað, at verandi leiðarar í kommununi skulu niður í tign, og onnur fólk skulu setast í leiðarastørvini.

- Hatta geri eg ongar viðmerkingar til, tí eingin avgerð er enn tikin um, hvørji fólk skulu verða deildarleiðarar. Støða er ikki tikin til, annaðhvørt at verandi leiðarar halda fram sum leiðarar ella ei. Tað vita vit ikki fyrr enn um tvær ella tríggjar vikur, sigur Gunvá við Keldu.

Mett verður leysliga, at broytingarnar fara at kosta kommununi hálva aðra miljón krónur.

Hóast alt býráðið hevur arbeitt við ætlanini, er Steinbjørn O. Jacobsen, 2. varaborgarstjóri ikki so fegin um ætlanina.

- At alt býráðið hevur arbeitt við málinum, er ikki tað sama sum, at býráðið er samt, sigur hann við Rás2 í dag.