Ongar ætlanir um Stavanger

Tað hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, at Norröna átti at siglt umvegis Stavanger til og frá Hanstholm, men hetta er ikki ein møguleiki, sum leiðslan í Smyril Line umhugsar í løtuni

Tað verður arbeitt frá fleiri síðum fyri at fáa Norrönu at leggja inn í Stavanger á veg til og frá Hanstholm.
Formaðurin í Føroyingafelagnum í Stavanger, Tórður Olsen, hevur fyri stuttum úttala seg í blaðnum um hendan møguleikan, og hann vísti millum annað á, at ein spildurnýggj og nútímans havn er gjørd stutt uttan fyri Stavanger, har tað hevði verið upplagt at lagt inn.
Eisini verður tann heilt stóra dillan, sum er uppi í tíðini, fylgd, og ein Facebook-bólkur er stovnaður, sum stuðlar sigling hjá Norrönu til Stavanger. Stjórin sjálvur er tó ikki so væl kunnaður.
- Eg havi í veruleikanum ikki hoyrt so ógvuliga nógv um hetta. Og hesin møguleikin er ikki nakað, ið vit hava tosa um, sigur Peter Holm.
Hann sigur, at teir hava fylgt einari ferðaætlan fyri 2009 og hava lagt somu ætlan fyri 2010. Og tað skal rættiliga nógv til, skal hendan ferðaætlan broytast fyri 2011.
- Vit fokusera upp á tær rutur, vit hava. Skuldi tað hinvegin hent okkurt markant á økinum, so er Stavanger sjálvandi ein rættiliga áhugaverdur møguleiki, tí tað liggur rímiliga væl til farleiðina annars, sigur Peter Holm.
Ferðamynduglikarnir í Rogaland hava stóran áhuga í at fáa Norrönu at leggja inn í nýggju Risavika havnina, og hava eitt nú gjørt eina presentatión av havnini. Eisini hevur Tórður Olsen nevnt møguleikan at royna havnina á einum jólatúri úr Danmark.
- Fyribils er eingin ítøkilig ætlan viðvíkjandi Stavanger, og tað skal sum nevnt rættiliga nógv til, skulu vit broyta verandi rutunet, sigur Peter Holm, stjóri á Smyril Line.