Taleban í Afghanistan fær ikki ein einasta fanga í býti við teir 21 suðurkoreonsku gíslarnar. USA leggur seg nú út í gíslamálið í Afghanistan. Talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta, gjørdi í gjárkvøldið greitt, at eingir fangar sleppa leysir í býti við teir 21 suðurkoreonsku gíslarnar.
Bush jevði júst havt fund við afghanska forsetan, Hamid Karzai, og sambært talsmanninum hjá Bush vóru teir báðir forsetarnir á einum máli um, at talan verður ikki um at lata fanga leysar í býti við gíslarnar.
Suðurkoreanararnir vórðu burturfluttir tann 19. juli, og síðani hava burturflytararnir skotið tveir teirra. Ein talsmaður hjá Taleban hevur sagt, at tað eru Bush og Karzai, sum gera av, hvørja lagnu hinir gíslarnir fáa.