Eg gavst í politikki til seinasta løgtingsval, og eg havi ongar tankar gjørt mær um, at eg skal stilla upp aftur nú.
Mánakvøldið hevur valfelagið hevur suðuri fund, og hóast uppstilling til løgtingsvalið ikki stendur á skránni, so slepst neyvan undan, at prátað verður um tað, nú valið nærkast. Vónandi kunnu vit finna onkran her suðuri, sum kann stilla upp. Og eg eri avgjørt ikki fyrsta boðið.
Nú Føroyar eru blivnar eitt valdømi, er tað truplari hjá fólki í útjaðaranum at verða vald á ting. Tað er ikki longur nóg mikið hjá øllum bert at fáa atkvøður í sínum lokaløki, og tí skulu valevni kanska hava markerað seg alment onkursvegna, áðrenn tey stilla upp. Valevnini skulu hava eitt grundarlag í lokaløkinum og eisini kunna taka atkvøður her og har fyri at verða vald.










