Ongar stjørnur til Chelsea

Nevndarformaðurin í Chelsea boðar frá, at felagið ikki fer at keypa nakað stórt navn til komandi kappingarár.

Tá ið flytingarvindeygað letur upp, er tað vanligt Chelsea, ið keypir flest leikarar. Soleiðis verður møguliga aftur í ár, men ongar stjørnur verða keyptar.

- Eingin skal vænta nakra stjørnu til Chelsea. Vit halda ikki, at tørvur er á tí. Vit fara at leita okkum eftir góðum leikarum at seta á beinkin, gjarna einar 3-4, sigur nevndarformaðurin í felagnum, Peter Kenyon, við enska BBC.