Ongar speiskar viðmerkingar

Ein nýggj kanning, ið er gjørd av tveimum professarum og fíggjað av Uniroyal dekkfyritøkuni, vísir, at tey ferðandi í bilinum kunnu verða viðvirkandi til álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hinvegin er tað er tað eisini prógvað, at tað, at onnur eru við í bilinum ger at bilførarin betri virðir ferðaavmarkingar og ferðsluljósini

Kanningin vísir eisini at passaserarnir kunnu hava positiva ávirkan á koyringina hjá bilføraranum, við at skapa ein góðan stemning í bilinum. Tey ferðandi skullu lata vera við at finnast at bilføraranum hvørja ferð hann ger eitt lítið mistak, tí tað kann ganga út yvir koyritrygdina, siga teir báðir professararnir sum hava gjørt hesa kanningina.
Hevði ynskt ein bremsupedal
Vanliga dáma bilførarum at hava passaserar við í bilinum, men at tað eisini kann verða ein slítandi uppliving, munnu teir flestu bilførarar hava uppliva. Talan kann vera um ein ungan bilførara, sum nýliga hevur fingið koyrikort, ella tað at bilførarin ikki heldur frástøðuna til bilin frammanfyri. Hetta kann virka nervaslítandi uppá tann sum situr við liðina á bilførarnum, sum spennur føturnar í dúrkið og hevði ynskt at ein bremsupedalur var har.
Ongar speiskar viðmerkingar
Tá nógv stendur á, falla ofta onkrar speiskar viðmerkingar, sum lættliga kunnu føra til at eina vanlukku. Ìstaðin fyri at lata seg ávirka av einum nervøsum passaseri, ráða teir, ið hava gjørt hesa kanningina til, at bilførarin vísir tolsemi, roynir at skilja støðuna sum tann ið situr við lið hansara er í, og ikki lata seg ávirka til at gera nakað skeivt. Á sama hátt skulu tey ferðandi ansa sær og lata vera við at koma við óneyðugan atfinningum.
Kelda: FDM / Motor


10 góð ráð til tey ferðandi
1 Góðtak at tað er bilførarin sum koyrir bilin
2 Latið vera við at finnast at koyrimátanum hjá bilføraranum
3Royn at lata vera við at vísa at tú ert bangin
4Ikki keglast undir koyring
5 Tey ferðandi skulu vera rólig, og t.d. rætta seg eftir hvussu hart bilførarin vil hava radio frá o.s.fr.
6Ikki streingja á bilføraran við at minna hann á at hann er í tíðarneyð
7At rósa og stuðla bilføraranum gevur trygga koyring
8Hjálp bilføraranum til at vera ein góðan eygleiðara og vegvísara
9Havið vakið eyga við ferðsluni, og gerið bilføraran varugan við møguligan vanda, um hann ikki longu sjálvur hevur sæð hendan vanda
10Tey ferðandi mugu leggja uppí um bilførarin virkar yvirtroyttur og ikki orkar at koyra. Tá ber til at koma við uppskoti um ein stuttan steðg.