-Hatta er eitt útmerkað arbeiði. Tað er bæði greitt og erligt.
Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson letur væl at uppritinum um føroyska alivinnu, sum Føroya Havbúnaðarfelag hevur latið úr hondum. Uppritið er eitt tilmæli til politiska myndugleikan um neyðugar karmar til alivinnuna, um hon skal koma á føtur aftur.
Sjúka og vantandi prísir hava gjørt sítt til, at føroyska alivinnuna í dag so dánt hórar undan. Fyri bert fáum árum síðan var samlaði eginpeningurin í vinnuni góðar 500 mio. krónur og við árslok 2004 væntar Føroya Havbúnaðarfelag, at allur eginpeningurin í alivinnuni er fokin. Hetta er ein ræðandi støða og tí mælir Føroya Havbúnaðarfelag til grundleggjandi broytingar.
Í uppritinum verður millum annað mælt til, at fíggingarstovarnir fáa veð í aliloyvunum, at útlendskir íleggjarar í størri mun sleppa framm at í Føroyum og at alarar fáa lagaligari skattaviðurskifti.
Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, heldur tað er í tøkum tíma, at fíggingarstovnarnir fáa veð í aliloyvum og at útlendingar sleppa at eiga størri part í føroysku alivinnuni. Hinvegin tekur hann ikki undir við tilmælunum um lagaligari skattaviðurskifti til alivinnuna.
Skattalætti
Í uppritinum hjá Føroya Havbúnaðarfelag kemur fram, at kappingarneytarnir hjá føroysku alivinnuni hava eina væl lagaligari skattaskipan enn føroyskir alarar. Í uppritinum verður millum annað sipað til Noreg, sum hevur møguleika at flyta tap og vinning aftur og fram yvir eitt longri tíðarskeið.
Umframt flyting av skattligum halli, hava normenn eina skipan við skattaafturbering og øðrvísi goymsluáseting enn føroyingar. Føroya Havbúnaðarfelag sigur í niðurstøðuni, at føroyska alivinnan eigur at fáa somu skipanir fyri alivinnuna sum okkara kappingarneytar.
Hermann Oskarsson tekur ikki undir við tilmælunum hjá Havbúnaðarfelagnum um lagarligari skattaskipan. Hann heldur, at verða tilmælini fylgd, er tað sama sum at geva alivinnuni ein skattalætta og tað er ikki rætt.
-Vit hava í løtuni fleiri serskattaskipanir og tað haldi eg er óheppið. Alt eigur at skattast eins, og ikki sum støðan er nú. Vit skulu ikki nerta við skattaskipanina hjá alivinnuni, uttan at øll skattaskipanin verður viðgjørd í einum. Serliga skipanin við afturbering av skatti, haldi eg vera suspisiøs, sigur Hermann Oskarsson
Hann leggur afturat, at skulu tilmælini hjá Føroya Havbúnaðarfelag fylgjast, verða færri inntøkur í landskassan.
Yvirskipaður politikkur
Hermann Oskarsson heldur, at skattapolitikkurin í dag er nógv merktur av lappaloysnum uttan at fyrilit verða tikin fyri samlaðu skattaskipanini í Føroyum. Heldur enn bert at fremja lappaloysnirnar, áttu vit at havt eitt yvirskipað kjak um skattapolitikk í Føroyum, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.
-Fleiri flokkar tosa nú um at veita skattalættar. Vit hava júst framt skattalættar fyri góðar 300 mio. krónur og tí mugu vit hyggja nærri hvussu skattalættarnir skulu fíggjast og hvørja ávirkan tað hevur á vælferðina, greiðir Hermann Oskarsson frá.
Tvey brek
-Føroyska alivinnan varð fødd við tveimum brekum. Annað var, at útlendingar ikki sleppa at eiga meir enn eitt vist, og hitt var, at ein avmarking var sett í kredit viðurskiftunum, vísir Hermann Oskarsson á
Brekini, Hermann sipar til, eru lóggávan, sum forðar útlendskum íleggjarum at eiga meir enn ein triðing av partabrøvunum í einum alibrúki. Avmarkingin í kreditviðurskiftunum í dag er, at fíggjarstovnar ikki hava loyvið at veðseta aliloyvi.
Hesi brekini í alivinnuni, hevur Búskaparráðið fleiri ferðir víst á, men politiski myndugleikin hevur kortini tvíhildi um verandi forðingar.
Hermann Oskarsson tekur fult undir við tilmælunum hjá Føroya Havbúnaðarfelag um, at útlendskir íleggjarar skulu fáa betri møguleika at koma í føroyskt vinnulív og at fíggingarstovnar skulu í framtíðini fáa veð í aliloyvum.
Hann sannførdur um , at høvdu hesar forðingar longu verið beindar av vegnum, hevði alivinnan helst ikki verið í tí kreppu, sum eyðkennir vinnuna í dag.
Hermann Oskarsson setur at enda spurning við, um tað ikki er ov seint nú at fremja hesar broytingar nú, tí útlitini eru alt annað enn bjørt komandi árini.









