Ongar samráðingar um sildakvotuna aftur í ár

Tað verða ongar samráðingar millum strandalondini um ársins sildakvotu aftur í 2013. Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.

Kringvarpið hevur fingið innlit í teldupostsamskiftið millum samráðingarleiðarnar.

Russland, sum hevur formansskapin í ár í samstarvinum millum strandalondini, sigur kortanei. Og Norra og Ísland vilja heldur ikki samráðast um kvotuna í ár, tí nøkur skip hava longu fiska hana.

Kristján Freyr Helgason sigur, at tað einasta Føroyar kunnu gera fyri at endurskoða sína kvotu í 2013, er at taka annað skinn um bak og fara undir samráðingar fyri næstu árini.

Londini taka kortini undir við einum seminsuppskoti úr Íslandi, um flyta samráðingarfundin fyri 2014 og árini eftir, hálvan annan mánað, so hann verður fyrst í september í staðin fyri hálvan oktober.