Húsar: Tá Sosialurin kemur inn í handilin hjá Doru ? Dora sigur, at tað er maðurin, sum eigur handilin ? er ongin at síggja. Ein hurð stendur opin út í eina gongd. Har hoyrist onkur, og vit bíða bara. Onkur man fara at vísa seg. Ein ung kvinna kemur fram, men verður standandi í hurðini. Eg hugsi um hatta man vera Dora. Men tað er tað ikki, tað er ein kundi. Hon spyr okkum, um vit skulu hava fatur á Doru, og tá vit játta, letur hon seg úr skónum og fer upp í gjøgnum einar trappur úti í gongini. Helst mundi hon fara at boða Doru frá, at fólk var í handlinum.
Meðan vit bíða, standa vit og hyggja okkum um inni í handlinum. Har eru nógv ymisk at fáa. Har eru lutir av ymsum slag, barnaklæðir umframt matvørurnar, fruktina og góðgæti. Eg hyggi at nøkrum barnasokkum, har eru allar støddir líka frá stødd 17 og upp til 45.
Tá eg vendi mær aftur, fanga eyguni hjá mær eitt skelti á vegginum. Tað er ein barnatekning. Eitt par av rulliskoytum við einum krossi yvir, soleiðis at skilja, at tað ikki er loyvt at koma inn í handilin í rulliskoytum. Men tað, sum ein veruliga beit merki í, var barnaskriftin uppi yvir tekningini. Við stórum stavum stóð skrivað RUGLISKOYTIR.
Eg mátti smílast við, tí eg helt hetta vera avbera fitt og ein góður máti at gera vart við, at rulliskoytur ikki eru ynsktar inni í handlinum.
Nú hoyrast fótafet aftur í trappunum. Hesuferð eru tað bæði Dora og tann unga kvinnan. Hon rindar fyri tað, sum hon hevur keypt og fer so víðari. Tað sær út, sum hon ber postin út í oynni ? í øllum førum eftir taskuni at døma.
Dora hyggur smílandi upp á okkum og byrjar beinanvegin at tosa við okkum, sum um vit kennast væl. Tað er sera hugnaligt, og ein kennir seg vælkomnan.
Tá eg spyrji um skeltið, sigur hon, at tað eru dóttir hennara og tann yngri sonurin, sum hava staðið fyri hesum meistaraverkinum.
Meðan vit práta um hetta, kemur annað av listarfólkunum inn. Sonurin. Hann er púra ósmæðin og spyr, hvørji vit eru, og hvar vit koma frá. Ein sera fittur unglingi, sum er framligur á ein dámligan hátt. Hann er tíðindafróur og greiðir sjálvur frá, at hann hevur skrivað, meðan systirin hevur teknað.
- Eg helt, at hatta var so fitt, at eg hongdi tað upp í handlinum og tað er so blivið hangandi, sigur Dora og smílist upp á átta ára gamla sonin, sum sær út til at vera errin av tí.