Ongar próvtøkur á kvøldskúlanum

Fyri at finna pening til musikkskúlan, er nú eitt uppskot komið um at taka pening av trongu fíggjarætlanini hjá kvøldskúlunum um alt landið

Upphæddin, sum mundi kostað næmingum á Musikkskúlanum plássið, kemur nú í staðin at kosta nøkrum næmingum á Kvøldsskúlunum teirra pláss.
200.000 kr skulu, eftir uppskotið frá mentamálaráðnum, flytast av játtanini frá Kvøld- og Ungdómsskúlanum og til musikkskúlan. Fritleif Henriksen, kvøldskúlaleiðari, hevur leingi verið greiður yvir, at nakrar sparingar máttu gerast. Hann framdi í fjør nakrar sparingar, men nú 200.000 kr afturat vóru tiknar av játtanini, varð avgerðin tikin um at strika próvtøkuskeiðið heilt.


Próvtøkurnar rúka
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur seinastu árini havt eini 270 flokkar og einar 3000 næmingar árliga. Tilboðini, sum skúlin hevur, kunnu býtast í trý: Vanliga kvøld- og frítíðarundirvísingin, próvtøkuundirvísingin og serundirvísingin.
Ein skúli, við so stórum næmingatalið, hevur sjálvsagt sín stóra kostnað, bæði til læraralønir og leigu av hølum.
Til at gjalda útreiðslurnar, fær kvøldskúlin stuðul frá bæði kommununi og landinum. Men hesin hevur ikki verið nøktandi, tí skúlanum vantar útvið eini millión. Og nú koma so 200.000 at vanta í afturat.
? Sambært lógini, skulu kommunan og landið gjalda hvør sína helvt av vanligu frítíðarundirvísingini. Av serundirvísingini og próvtøkuundirvísingini, ber landið allar útreiðslur, greiðir Fritleif Henriksen, kvøldskúlaleiðari frá.
Vanliga frítíðarundirvísingin umfatar alla almennu undirvísingina, har ikki verður endað við próvtøku.
Serundirvísingin umfatar ymisk tilboð til menningar- og rørslutarnað og heilsuveik. Til dømis svimjing fyri giktsjúk og menningartarnað, fimleik fyri hjartasjúk og ítrótt fyri autistar.
Próvtøkuundirvísingin umfatar fráfaringarroydir fólkaskúlans, dugnaskaparroyndir í sigling og motorpassing, landbúnaðarútbúgving og radioskeið.
? Eg verði noyddur at spara har, sum flestar krónur fáast fyri fægstar næmingar, og tað er í próvtøkuskeiðunum, sigur Fritleif Henriksen.
Framhaldandi sigur hann, at áhugin ikki hevur verið so stórur fyri fráfaringarroyndunum seinastu árini, men at siglingar og motorpassaraskeiðið er væl umtókt.
? Tað er sjálvsagt spell at skula spara nakað burtur, tí sparingar raka jú altíð onkran. Men eg verði noyddur at skerja okkurt, og tað verður próvtøkuskeiðið, sigur Fritleif Henriksen.

Vónandi bert fyri eitt ár
Fritleif sigur, at hansara mál er at varðveita vanligu frítíðarundirvísingina. Tað er sera stórt trýst á Kvøldskúlan, sum ikki megnar at nøkta stóra tørvin, sum er.
? Àhugin fyri kvøldskúlanum er sera stórur, og við verandi játtan megna vit ikki at standa mát við stóra trýstið, sum er á skúlan. So tað er ger tað ikki betri, at peningur nú verður tikin frá okkum. Men tað er einki at gera við tað, soleiðis má tað bara vera, heldur Fritleif.
Lýsingar yvir skeiðini, sum verða á skránni í kvøldskúlanum komandi vetur, eru farnar út í bløðini. Einki próvtøkuskeið er at finna.
Fritleif sigur, at hann eisini hevur roynt at verja serundirvísingina fyri menningar- og rørslutarnað og heilsuveik.
? Hóast tað er eitt rættiliga dýrt skeið, vildi eg ikki taka tað av skránni. Men eg vóni, at játtanin verður hækkað aftur næsta ár, soleiðis, at fólk kunnu fyrireika seg til próvtøkur á kvøldskúlanum aftur, sigur Fritleif Henriksen at enda.