Ongar pengar - men lekkrar negl!!

Mangir løkir smáir birta stórar áir.

Nú alt fer til himmals: Oljan, streymurin, tryggingin, matvørurnar og rentan er framvegis okkurt vit sjálvi kunnu gera, til tess at minka um privatnýtsluna.

Ongar pengar - men lekkrar negl!


Tær nýtist ikki at keypa dýrar vørur, um tú vilt hava blankar og sunnar negl. Smyr eitt tunt lag av vaselin á neglirnar, neglabondini og fingrarnar áðrenn tú fert í song. Og visti tú, at bíligur neglalakkfjernari frá matvøruhandlinum er betri enn dýru merkjavørurnar? Hetta vísir ein nýggj kanning hjá Politiken.


-- 


Fyll vaskimaskinuna – 30 stig er nóg mikið til klæði sum krevja 40 stig.


--


Hong klæðini upp


Hvørja ferð tú turkar eina maskinu við klæðum í turkitrumluni kostar tað næstan 7 krónur í streymi. So har er nógv at spara við at hanga klæðini upp. Eisini loysir tað seg at sentrifugera klæðini einaferð eyka í vaskimaskinuni. Hetta veit Kristianna Rein, orkuráðgevi hjá SEV, at siga okkum.


--


Sparandi skíggjar

Farteldur og flatskermar brúka bert helvtina av streyminum sum vanligar teldur og eldri sjónvørp.


--


Drekk vatn – tað er ókeypis !!


- men sósin skal smakka

Eigur tú eina reyv av róma, reyðvíni, hvítvíni ella písakaðum róma, kanst tú frysta hana niður til eina himmalska sós eitt hugnaligt leygarkvøld.


--


Dankort: Vissi vegurin til yvirtrekk..

Tak eina ávísa upphædd út fyrst í mánaðinum til mat og klæði. Být pengarnar sundur í brævbjálvar; ein til hvørja viku. Skriva innkeypslista og tak bara reiðan pening við til handils.


--


Heimagjørt pussikrem


½ kopp av mjøli

½ kopp av salti

½ kopp av vaskipulveri

¾ kopp av edikki

1/3 kopp av sitrónsaft

½ kopp av vatni


--


Lat kreativitetin blóma


Endurnýtsla er bæði stuttlig, kreativ og persónlig. Í Tinghúsinum á Hjalla verða góðir og brúkiligir lutir seldir – lutir, sum annars høvdu farið á brennistøðina.