Skrivað hevur Eirikur í Jákupsstovu
Tað er onki parlamentariskt grundarlag undir samgonguni í løtuni, og í gjár kom Zakarias Wang við metingini, at einasta hátturin at fáa støðufesti í føroyskum politikki, er at fáa Gerhard Lognberg uppí samgonguna aftur og harvið byggja tunlar. Ikki bert um Skopunarfjørð, men eisini til Suðuroyar. Hugsanin hjá Zakariasi Wang er at læna peniningin til tunlarnar úr føroysku peningastovnunum fyri harvið at halda peningin í landinum.
Í dag kemur Karsten Hansen við svari til hetta.
- Samgongan er púra samd um ikki at ofra eina milliard, tí ein tingmaður krevur tað, sigur Karsten Hansen og leggur stóran dent á, at tað er at fara fram eftir fummum at byrja uppá so stórar verkætlanir sum tunlar til syðru oyggjarnar, ið mugu nýtast leingi, áðrenn teir hvíla í sær sjálvum.
- Føroysku peningastovnarnir læna pening uttanlands, so lítið er vunnið, er einasta viðmerkingin hjá Karsteni Hansen til hugskotið hjá Zakariasi Wang at læna milliardirnar til tunlarnar úr føroysku peningastovninum.
Fekk eitt tilboð
Fyri kortum var ein tunnilssamtykt gjørd, har ætlanin var at gera tunnil inn á Skálafjørðin fyrst og síðani í Sandoynna. Hetta fall sum kunnugt ikki í góða jørð hjá Gerhardi Lognberg, og nú er støðan fløkt.
- Teir fingu eitt tilboð, sum nógv – harímillum eg sjálvur – máttu bakka langt fyri at ganga við til, men Gerhard tók ikki av, staðfestir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
-Ongin veit, hvussu tað er at byggja so langar tunlar um okkara leiðir, og serfrøðingar siga, at kostnaðurin kann gerast nógv hægri enn metingarnar siga, ger Karsten Hansen eisini greitt.
Hóast tað heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at báðir tunlarnir suðureftir verða gjørdir í framtíðini, tá teir verða kostnaðarminni at gera, tá fíggjarligu fortreytirnar eru betri, enn tær síggja út til at vera í dag. Aðrir møguleikar enn Gerhard Lognberg eru, ið kunnu bjarga parlamentariska grundarlagnum hjá samgonguni, og sum eisini má hava aðrar raðfestingar enn tunlar.