Tað er ikki bara strandferðslan, sum verður rakt av ringja veðrinum, ið vit hava havt seinasta samdøgrið.
Landslæknin boðarí dag frá, at illveðrið hevur havt við sær, at ongar koronukanningar verða gjørdar á Eystaru bryggju í dag.
Tað sær kortini frægari út í morgin, og í samráð við Smyril Line er gjørt av at hava koronukanningar sunnudagin frá kl. 13 til .15.