FJARSKIFTI
Hósdagin kom Kall á marknaðin við sínum tilboði til fartelefonmarknaðin. Í fyrsta umfari verður farið eftir talutíðarkundunum, men seinni er eisini ætlanin at leggja longur út eftir kundunum, sum er knýttur at fyritøkuni við haldum.
Fjarskiftiseftirlitið er loyvismyndugleiki á økinum. Eisini har fegnast fólk um kapping. At tað nú er kapping á øllum stórum økjum á fjarskiftismarknaðinum ger, at marknaðurin nú væntandi fer at hátta seg eftir øðrvísi leisti, enn hann hevur. Kappingin fer víðari eisini at hava við sær munandi fleiri produktir. Samstundis broytist eisini uppgávan hjá Fjarskiftiseftirlitinum nakað, til meira at hava eftirlit heldur enn at geva loyvi.
Prísgongdin
Stjórin fyri Fjarskiftiseftirlitið, Jógvan Thomsen, heldur, at kappingin fer at merkja lægri prísir og eitt størri úrval av tænastum til kundarnar.
?Príslegan í Føroyum liggur sum heild eini 20-30% yvir prísunum í Danmørk og Íslandi, sigur Jógvan Thomsen, sum leggur afturat, at hetta er sagt við fyrivarni fyri trupulleikanum við at samanbera.
?Príslegan í Føroyum gongur rættan vegin og væntar Fjarskiftiseftirlitið, at Føroyar innan eitt gott ár fara at liggja ájavnt grannunum á nógvum økjum í príslegu og tænastuútboðið, svarar Jógvan Thomsen upp á fyrispurning.
Gongdin aðrastaðni hevur tann, at príslegan, eftir at kappingin er farin í gongd, er minkað, og útboðið av tænastum er voksið munandi.
Stjórin á Fjarskiftiseftilitinum er av teirri fatan, at tað er pláss fyri einum kappingarneytan til Føroya Tele á marknaðinum.
?Mett verður, at tað er rúm fyri kapping og samstundis at forrenta íløgurnar og samstundis geva kundunum góðar tænastur, sigur Jógvan Thomsen.
Heldur prísir enn telefonir
Tað er greiða fatanin hjá Jógvani Thomsen, at kappingin á marknaðinum fer at geva bíligari prísir, men hann heldur ikki, at ókeypis ella heilt bíligari fartelefonir farat at síggjast nógv her á landi.
?Í Danmark gjørdist vanligt at binda kundan í fleiri mánaðir afturfyri
fekk kundin eina bílliga fartelefon. Hetta hevur víst seg at verða óheppið fyri marknaðin.
Feløgini settu nógvar pengar til og nógvar lítið brúktar
telefonir verða ikki nýttar. Fjarskiftiseftirltið loyvir ikki feløgunum at binda kundarnar í longri enn í vanligu viðskiftatreytunum, í minsta lagi 10 daga varningi til endan av einum mánaði.
Eisini er hugsandi, at Kappingarráðið kundi hugsast at
gjørt inntriv, um fjarskiftisveitarnir góðu ókeypis fartelefonir. Hetta ersera avlagandi fyri handlar, ið selja fartelefonir, sigur Jógvan Thomsen.
Kombi
Kall hevur avgjørt at lata øllum sínum fastnet kundum ókeypis talutíð. Talan er um ?gávu?, og talan hevur ikki verið um at lata kundunum kombinerað hald, har stórur avsláttur verður latin.
Hetta krevst loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum til at gera.
Føroya Tele eru somuleiðis grammir eftir at sleppa seta sítt fastnet og fartelefon saman í eitt produkt.
Jógvan Thomsen sigur, at teir ikki kunnu siga, hvat teir vilja góðkenna, tí í løtuni er eingin umsøkn.
?Fjarskiftiseftirlitið leggur dent á sínum metingum um góðkenning av avsláttraskipanum, at listaprísirnir hjá feløgunum ikki gerast fiktivir. Á einum fjarskiftimarknaði á veg í eina kappingarstøðu er tað av týdningi, at gjøgnumskygni á marknaðinum ikki minkar og hvørvur í eini longri røð av favsláttraskipanum, sigur Jógvan Thomsen.










