Ongar jólagávur til tey lítlu

Premier League: Chelsea, Manchester United og Manchester City settu punktum fyri jólafótbóltinum við favorittsigrum

Jólaumfarið í Premier League er komið at enda. 2. jóladag var fótbóltur at kalla allan dagin, meðan Chelsea, Manchester United og Manchester City settu punktum fyrrakvøldið og í gjár.

 

Chelsea hevur havt eitt hendingarík og misjavnt ár, har felagið millum annað er selt til amerikansan eigara. Týskvøldið var tó ongin ivi, tá Chelsea vann heldur lættan 2-0 sigur á AFC Bournemouth. Longu í fyrra hálvleiki  avgjørdu Kai Havertz og Mason Mount.

 

Seinni týkvøldið vann Manchester United greiðan sigur á Nottingham Forest. Uppflytararnir formáddu sær lítið í einum dysti, har Marcus Rashford og Anthony Martial komu á máltalvuna í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki setti Fred punktum við máli til 3-0.

 

Í gjárkvøldið var tað so Manchester City, sum setti punktum fyri jólafótbóltinum við einum 3-1 sigri á Leeds United. Erling B. Haaland skoraði tvær ferðir. Hann var tó ikki sjónliga glaður, tí hann hevur ein forkærleika fyri júst Leeds United. Pápi hansara, Alf Inge Haaland, spældið við júst Leeds United og Manchester City í síni tíð í Premier League.

 

Øll tey stóru vunnu í jólaumfarinum uttan Tottenham, sum spældi javnleik móti Brentford. Í botninum er avbera tætt.

 

Premier League 16. umfar:

 

26. desember:

 

Klokkan 12.30: Brentford – Tottenham 2-2

 

Klokkan 15.00: Crystal Palace – Fulham 0-3

 

Klokkan 15.00: Everton – Wolverhampton 1-2

 

Klokkan 15.00: Leicester – Newcastle 0-3

 

Klokkan 15.00: Southampton – Brighton 1-3

 

Klokkan 17.30: Aston Villa – Liverpool 1-3

 

Klokkan 20.00: Arsenal – West Ham 3-1

 

27. desember:

 

Klokkan 17.30: Chelsea – Bournemouth 2-0

 

Klokkan 20.00: Manchester United – Nottingham Forest 3-0

 

28. desember:

 

Klokkan 20.00:  Leeds – Manchester City 1-3

 

1Arsenal15131136:1240
2Manchester City15112243:1535
3Newcastle1696132:1133
4Tottenham1693433:2330
5Manchester Utd1592423:2029
6Liverpool1574431:1825
7Brighton1573526:2024
8Chelsea1573519:1724
9Fulham1664627:2622
10Brentford1648425:2720
11Crystal Palace1554615:2119
12Aston Villa1653817:2518
13Leicester1652925:2817
14Bournemouth1644818:3416
15Leeds1543823:2915
16West Ham16421013:2014
17Everton1635812:1914
18Wolves1634910:2513
19Nottingham F.1634911:3313
20Southampton16331014:3012