Ongar gudstænastur um nýggjárshalguna

Koronustøðan órógvar aftur Fólkakirkjuna, og tí verða ongar gudstænastur í dag nýggjársaftan, í morgin nýggjársdag og sunnudagin 2. januar.

 

– Sum øllum kunnugt ger Covid-19 álvarsliga um seg. Talið av smittaðum pr. dag setir nýtt met frá degi til dags.

– Við støði í tíðindafundi Løgmans í dag og neyvum samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, mæla undirritaðu til, at ongar gudstænastur verða um ársskiftið 21/22.

Soleiðis skrivaður Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, í gjár.

Teir siga eisini, at aðrar kirkjuligar tænastur mega lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt.