Sum øllum kunnugt mælti leiðslan í fólkakirkjuni til, at ongar gudstænastur vóru um jólini og ársskiftið.
Tilmælið bygdi á tíðindafund Løgmans tann 14. desember 2020, har støðan við atliti at Covid-19 og jólahaldi var umrødd. Jólaaftan var – eftir samskifti við læknafrøðiligan myndugleika – tilmælið longt til nýggjársdag.
Nú hevur æeiðslan í fólkakirkjuni enn einaferð mett um støðuna, nú talið av smittaðum er 64. Í grannalondunum er gongdin við atliti at Covid-19 álvarsom.
Vegna vaksandi smittu verður tilmælið víðkað. Mælt verður til at ongar gudstænastur verða í kirkjunum fram til og við fyrsta sunnudag eftir trettanda, t.e. 10. januar 2021. Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðuni
Tær kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælinum frá leiðslu kirkjurnar dagfest 21. oktober 2020, verður somuleiðis upplýst.











