Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Fimta hvør fyritøka í norska arbeiðsgevarafelagnum Næringslivets Hovedorganisasjon (NHO), meinar at tey ikki hava fingið í hús nýggjar avtalur, tí tey ikki hava givið gávur til mótpartin sum tey hava verið í samráðingum við.
– Tølini eru ræðandi, sigur Sverre A. Larssen, stjóri í Byggenæringens Landsforening (BL), í eini samrøðu við Dagens Næringsliv (DN). Fleiri av limunum í BL hava seinnu árini staðið fyri skotum í samband við stórar muturgølur innan norska byggivinnu. Sverre A. Larssen sigur at tey nú arbeiða við at fáa kortlagt hvussu umfatandi mutur-trupulleikarnir eru í vinnuni.
Muturgávur
Larssen sigur at nógvu gølurnar vísa at fleiri fyritøkur hava brúk fyri eini hjálpandi hond til at skilja ímillum eina óskylduga gávu og roynt mutur sum hevur til endamáls at lokka mótpartin til at velja tað fyritøkuna sum gevur dýrastu gávuna.
Erik Lundeby, ið hevur ábyrgdina fyri etikkarbeiðnum hjá NHO, sigur at mutur kemur alt ov oftani fyri í norsku vinnuni. Hann sigur í samrøðu við DN at tølini prógva at mutur hevur verið og er ein trupulleiki.
– Tað eru fleiri søgur um persónar sum í samband við samráðingar um nýggjar avtalur siga at teir eru í gongd við at byggja uppí privathúsini. Og so fær viðkomandi at vita at møguligi avtalupartnarin hevur tilfar til yvurs, sum so persónurin fær, sigur Erik Lundeby.
Dømdur fyri mutur
Í Norra eru fleiri umfatandi muturgølur komnar undan kavi seinastu tíðina. Fyri knøppum tveimum vikum síðani bleiv fyrverandi stjórin fyri bygningunum á Ullevål Sjúkrahúsinum í Oslo dømdur fyri mutur. Han syrgdi fyri at ein byggiharri fekk byggiavtalur uttan kapping. Sum takk fyri hetta fekk stjórin pengar og ferðir. Dómstólurin sigur í síni niðurstøðu, at báðir túrarnir hann fekk goldið fyri ikki kundu sigast at hava faklig innihald. Tískil var hetta at tulka sum mutur. Nú skal stjórin inn at sita í tvey ár og tríggjar mánaðir. Harafturat leggur dómstólurin hald á 864.196 norskar krónur. Stjórin hevur bara viðgingð at hann hevur fingið pengarnar.
Hetta er taá fyrsta muturmálið sum hevur verið roynt í einum norskum dómstóli eftir at lógarverkið bleiv gjørt strangari í 2003. Fleiri mál eru á veg.
Norska byggivinnan roynir nú at seta málið ovast á breddan, og vil hava fyritøkurnar til betri at skilja munin á eini gávu og roynum mutri.