Ongar forðingar

   

Undirritaði var av sjónvarpinum spurdur, hvørt tað var rætt av ávísum felagi at útgjalda sær sjálvum vinningsbýti, árið eftir at felagið hevði fingið eitt sokallað rentu og avdráttar frítt lán/stuðul frá tí almenna, undirritaði helt tað verða skeivt atborið at útgjalda vinningsbýtið aftaná stuðul frá tí almenna.
Hettar er skiparin á Artic Viking eisini samdur við mær í.
Undirritaði hevur ongar ætlanir at leggja forðingar í vegin fyri okkar rækjuflota, undirritaði hevur í síðstu tingsetu lagt uppskot fram vegna Sambandsflokkin at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal koma við uppskotum um loysnir og karmar til henda flota.
Havi spurt meg fyri, men arbeiði gongur seint, so tað er ikki rætt at siga at Sambandsflokkurin einki hevur gjørt og roynur at gerða fyri rækjuflotan, men Sambandsflokkurin er ikki í Samgongu, so vit kunnu av góðum grundum bert vóna at henda frágreiðing kemur áðrenn ov seint er.

PS : eg eri valdur av parti av fólkinum, so tá Sjónvarpið spyr, haldi eg tað verða rætt og rímiligt at fólk kenna mína støðu hes-um viðvíkjandi.