Hendan samgongan ætlar ikki at flyta fleiri almennar stovnar út um landið.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Í sambandi við økismenning, hevur tað annars mangan verið frammi, at ein góður máti at menna útjaðaran í Føroyum, er at seta alment virksemi á stovn úti um landið. Ein liður í tí kundi verið at flutt almennar stovnar úr Havnini út á bygd.
Annika Olsen sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at leggja nýggjar almennar stovnar úti um landið, har tað er ein fyrimunur.
Men lyklaorðið í hesum er nettupp, at talan er um nýggjar stovnar.
Hon sigur sostatt, at talan verður ikki um at flyta stovnar, sum vit longu hava, út á bygd.
- Men har talan er um nýggjar stovnar, kunnu teir verða settir á stovn, har vit meta, at tað er skilagott.
Landsstýriskvinnan nevnir Umhvørvisstovuna og Útlendingastovuna, sum dømi um tveir nýggjar stovnar, sum nýliga eru skipaðir.
Men í hesum føri heldur hon, at tað er ein fyrimunur, at teir eru í Havn, beint við sjálvt innlendismálaráðið.
- Tað er ikki skilagott at leggja stovnar sum hesar úti um landið, men nýtt alment virksemið verður stovnað alla tíðina og verða onkrir almennir stovnar afturat settir á stovn, skulu vit umhugsa um tað er ein fyrimunur at flyta teir út á bygd.
Politiskt rok
Annars eru tveir almennir stovnar fluttir úr Havn seinastu árini. Fyrst var Skipasýnið flutt vestur í Vágar og Strandferðslan flutt til Suðuroyar.
Báðu ferðirnar elvdi tað til satt politiskt ódnarveður, men tað legði seg so aftur.
Fyri nøkrum árum síðani var ein nýggjur skúli, Heilsuskúlin, settur á stovn og hann varð skipaður í Suðuroy.
Eisini tað elvdi til politiskt rok, men tað kólnaði eisini.
Annars hava røddir mangan verið frammi um, at tað hevði ikki verið undarligt at flutt Fiskiveiðieftirlitið til Klaksvíkar, sum er fiskivinnubýur burtur av. Og hví skal Landsverk partú liggja í Havn?
Men sambært tí, landsstýriskvinnan sigur nú, verður hetta av ongum, eins og aðrir stovnar, sum eru í Havnini, heldur ikki verða fluttir.