Ongar feitar sakir

Gastric bypass skurðviðgerðin hevur við sær, at fólk kunnu eta nógv minni. Eisini verða fólk noydd at broyta sínar kostvanar. Tað hevur Guðrun við Rættará eisini gjørt.

- Tá ið eg nú kann eta nógv minni, enn eg kundi, ansi eg væl eftir at eta góðan og sunnan kost. Men eg eri ikki fantatisk, tá ið eg til dømis fari út til okkurt. Eg ætli mær ikki at ganga runt við einum stórum skelti, har tað stendur gastric bypass á, sigur hon.

Nú etur Guðrun lítið og einki av eplum, pasta, rísi, feitum sósum, góðgæti, fast food, køkum, mati við fløta, sjokulátu og føroyskum mati sum riv, røstum kjøti og skerpikjøti.

Hinvegin etur hon nógv meira frukt og grønmeti, enn hon plagdi.

- Í dag havi eg til dømis eina ananas við til arbeiðis, og tað er mín matpakki í dag, sigur hon.

Guðrun etur nógv grovt breyð – Havnabreyð, tey kalla – ymisk sløg av grønmeti, frukt, ljóst kjøt og skal hon loyva sær okkurt góðgæti, er valið lakres.