Ongar broytingar í praksis

- Hóast øll uttanríkismálini nú eru savnað undir løgmann, er talan als ikki um nakrar skerjingar í rættindunum hjá landsstýrismonnum, og í praksis verða ikki stórvegis broytingar, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard

Føroya løgmaður boðaði fyri stuttum frá, at nú verða øll uttanríkismál savnað á uttanlandsdeildini í Løgmálaráðnum. Seinnu árini hava uttanríkismál verið spjadd í ymsu aðalráðunum. Í Sosialinum í gjár legði Jóannes Eidesgaard dent á, at hann ikki sjálvur fór at standa fyri t.d. fiskivinnusamráðingum, men er nýggja stigið tikið við endamálinum at geva løgmanni betri innlit í tey mál, hann formliga umsitir.
- Uttanríkismál hava formliga altíð verið undir løgmanni, og hóast løgmenn seinnu árini í størri mun hava lagt út ymisk uttanríkismál til landsstýrismenninar, hoyra uttanríkismál framvegis undir løgmann, og tískil er tað mín ábyrgd at hava innlit í og samskipa hesi mál, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur dent á, at í praksis verða fáar broytingar, har landsstýrismenn framvegis skulu standa fyri samráðingum á sínum økjum, men ynskir hann við savningini av uttanríkismálum at ogna sær betri yvirlit og samskipan á økinum.
- Tað er løgmaður, sum leggur nýggjar avtalur fram, og tað er hann, sum á pappírinum hevur ábyrgdina, og tískil hava vit mett, at savningin av uttanríkismálum hevur verið neyðug, men í praksis hava nýggju landsstýrismenninir eins stóra ábyrgd og áður, og er talan tí ikki um stórvegis broytingar í praksis, slær løgmaður fast.