Ongar brandvenjingar umborð

Tveir av manningini váttaðu, at ongar brandvenjingar høvdu verið umborð á Vesturland ta tíð, teir høvdu siglt við skipinum.

Sjóforhoyr var seinnapartin um eldsbrunan umborð á Vesturberg leygardagin.

 

Tað var reiðaríið, Thor, sum hevði biðið um, at sjófrágreiðing varð tikin. Til staðar vóru umboð fyri Thor, Tryggingarfelagið Føroyar, Sjóvinnustýrið, Vørn og manningina. Løgreglan møtti ikki, tí hon metti seg ikki hava nakrar spurningar til málið.

 

Tríggir av manningini vóru avhoyrdir um teirra leiklut, skiparin, maskinmeistarin og kokkurin. Skiparin hevði evstu ábyrgd og greiddi frá, at hann skjótt tók avgerð um, at tað var ikki ráðiligt hjá manningini at royna at sløkkja eldin – til tess var roykurin alt ov tjúkkur.

 

Hann greiddi frá, at teir høvdu drigið alla náttina og so sett gørnini aftur um morgunin. Síðani var hann farin í koyggjuna, men bleiv purraður út av maskinmeistaranum um middagsleitið við boðum  um, at eldur var í.

 

Maskinmeistarin var fyrstur at lata seg í roykkavaradrakt og fór fram eftir dekkinum at hyggja, men mátti venda við aftur eini fýra, fimm metrar frá lúkuni inn undir bakkan, tí har var so svart í royki.

 

Kokkurin var tann fyrsti, sum varnaðist eldsbrunan. Hann hevði verið uppi á brúnni og tosað við maskinmeistaran, sum hevði vakt á brúnni, og á veg niður aftur í galluna, sá hann roykin velta út úr dragilúkuni inn undir bakkan.

 

Hann greiddi frá, at longu tá var roykurin so tjúkkur, at hann ikki sá fram á hin endan av dekkinum.

 

Annars greiddu bæði maskinmeistarin og kokkurin frá, at teir ikki høvdu havt nakra brandvenjing umborð á Vesturland, tað tíð teir høvdu siglt við skipinum. Hetta var fimti túrurin hjá maskinmeistaranum, meðan kokkurin hevur verið við síðani oktobur. Ei heldur hevði nakar roykvarnari boðað frá eldinum.

 

Sjóvinnustýrið vísti á, at á eini vitjan umborð á Vesturland 19. desembur hevði Stýrið víst á, at tað var rættiliga óruddiligt undir bakkanum. Skiparin váttaði, at einki var gjørt við óruddið, sum kanska í mestan mun var sápa og vesirullur og onnur eyka útgerð.

 

Sjófrágreiðingin vardi beint yvir tveir tímar. Nú verður frágreiðing skrivað, sum síðani verður send pørtunum í málinum.