Ongar ballónir til vatnkríggið

Atlit til umhvørvið bera við sær, at vatnballónir ikki skulu tveitast frá bátum, tá stóra vatnkríggið verður fríggjadagin

 

Sjómannadagar eru í Klaksvík um vikuskiftið, og tá er vatnkríggj fastur táttur.

 

Í mun til undanfarin ár, so verða bæði vatnkríggj og fiskikapping í ár hildin fríggjakvøldið.

 

Hartil siga fyriskipararnir, at tey heita á fólk um ikki at nýta vatnballónir at kasta við frá skipum og bátum. Hetta tí tað er í stríð við umhvørvislóggávuna. Men á landi er eingin trupulleiki at brúka hetta.

 

Triton og Brimil luttaka í stóra vatn krígnum í ár, har nógv verður gjørt burturúr. Sløkkilið úr fleiri økjum í landinum luttaka. Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminkað sum sjórænarar.

 

Fiskikappingin byrjar klokkan 18, og klokkan 19 verður farið undir vatnkríggið.