Tað liggur ikki í kortunum, at nakrar ábøtur skulu gerast á tunlarnar norður um fjall fyribils.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, tingmaður, nú Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, hevur spurt hann, um ætlanin ikki er at bøta um trygdina í tunlunum Norður um Fjall.
Kári P. Højgaard sigur, at talan er tilsamans um 3,8 kilometrar av tunli og tað er ongin játtan til at fara undir so stóra verkætlan.
Hann sigur, at hetta verður so mikið dýrt, at tað má serstøk játtan til, tí hann hevur bara seks milliónir til taks til trygd á vegnum í øllum landinum, tilsamans 500 kilometrar av vegi.
Hann samanber við Hvalbiartunnilin, sum er einar 1450 metrar og har verða tríggjar milliónir brúktar til ábøtur og ferðslutrygd, so tað er eyðsæð, at tað verður so kostnaðarmikið at dagføra tunlarnar Norður um Fjall, at skal nakað gerast, krevst serlig játtan til tað