Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn í Degi og Viku í gjárkvøldið. Har kom fram, at Tórshavnar býarsavn skal hava til húsa har – savnið, sum eisini skal hýsa savninum hjá Birgari Johannesen, sum hann læt Tórshavnar kommunu fyri hálvum øðrum ári síðani.
Men ætlanin hevur verið at byggja íbúðir á Frúutrøð, har tveir gamlir skúlabygningar standa.
Men tann ætlanin er nú slept.
– Vit bjóðaðu íbúðarætlanina á Frúutrøð út, men eingin bjóðaði upp á tað. So vóru vit eisini í samstarvi við Bústaðir, men nú eru Bústaðir komnir í ta støðu, at eingin fígging er til at byggja bústaðir í løtuni, segði Annika Olsen í Degi og viku.
Tað er nýggja samgongan, sum Annika Olsen er parlamentariskt grundarlag undir, tó at hon í løtuni er í farloyvi, sum hevur broytt fortreytirnar hjá Bústøðum, sum ikki sleppa at taka upp lán. Tí ber í staðin til at hýsa býarsavninum í gamla skúlabygninginum.
– Vit skulu brúka hølini til nakað skilagott, og tað verður mett, at hølini eru vælegnað til eitt býarsavn, segði Annika Olsen.
Hon upplýsti, at býarsavnið í skúlanum á Frúutrøð letur upp í vár í sambandi við stórfingna framsýning um, at 75 ár eru síðani seinni heimsbardagi endaði.