- Eg havi hugsað tankan, men tað mugu løgfrøðingar meta um, hvørt nevndin er viðtøkufør ella ikki. Tað er tó einans ein aðalfundur at skipa fyri, tað man nevndin klára við tveimum limum, sigur Peter Ove Petersen, virkandi forseti í ÍSF.
Peter Ove Petersen sigur, at aðalfundurin, sum millum annað skal velja nýggjan forseta og starvsnevnd, er longu lýstur, og tí er avmarkað, hvussu nógv verandi nevnd skal gera.
- Hon skal fyrireika aðalfundin, men annars verða ongar avgerðir tiknar. Avgerðirnar um fundarstjóra, -skrivara og -stað vóru tiknar á einum fundi, tá vit vóru trý, so tær avgerðirnar verða standandi, sigur Peter Ove Petersen.









