Jórun Eið Johannesen hevur ongantíð umhugsað at flutt av Hellunum.
- Nei, tað havi eg ikki, og eg havi heldur ikki spælt mær við tankan, tí tankin er mær óviðkomandi.
Hon vil heldur ikki “lokka” seg sjálva við tankan, tí tey hava altíð havt tað gott á Hellunum.
- Fluttu vit aðrastaðni, hevði tað heilt vist verið okkurt, sum tú eisini kundi hugsað tær øðrvísi har.
Á Hellunum hava Jórun og Atli nakað av seyði. Hann veltur epli, og hon plagar at fáast við gularøtur, reyðkál og ymiska aðra grøði.
Jórun heldur ikki, at útlitin hjá Hellunum sum bygd eru serliga góð, og hon dugir illa at ímynda sær, at her verður nøkur sethúsabygging.
Tá ein bygd kemur niður um eitt vist, og einki barn er fastbúgvandi, eru útlitini fyri vøkstri døpur.
- Tað ger so lítlan mun, um bara ein einstøk familja kemur. Eg trúgvi, at tá fólk, sum hava tilknýti til bygdina, ikki koma, er trupult at ímynda sær, at onnur, sum einki tilknýti hava, fara at koma higar at seta búgv, sigur hon.
Jórun Eið Johannesen er ein aktiv kvinna, og hon er eisini ein av fyrireikarunum av Bindifestivalinum í Fuglafirði, sum í ár verður í døgunum, 12. og 13. apríl.










