Ongantíð so stórur áhugi sum nú

Borgarstjórin í Klaksvík fegnast um gongdina

Klaksvík av Háfjalli. Pól Sundskarð tók myndina

Tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Klaksvík. Tað upplýsir býráðið í eini fráboðan beint nú. Tey siga, at árið í fjør var sermerkt, tí ongantíð áður hava tey givið so nógv byggiloyvi, sum í fjør, bæði til íbúðir og sethús, men eisini til uppíbygningar, bilhús, hjallar.

 

Tilsamans vórðu byggiloyvi givin til 50 íbúðir í fjør, umframt til 13 sethús og 103 tilbygningar, hjallar, bilhús, og annað Hesi seinastu tíggju árini eru byggiloyvi givin til 89 sethús og 93 íbúðir í Klaksvíkar kommunu.

 

Íbúðarbyggingin í Klaksvík tók av álvara dik á seg, tá ið farið varð undir byggingina á Biskupstorgi í 2015, har tey fyrstu fluttu inn í 2019. Umframt tað, sum var bygt í fjør, eru fleiri ætlanir fyri framman.

 

Í summar verða fleiri grundstykki til taks á Fossum, umframt aðrar ætlanir og borgarstjórin væntar, at umsóknirnar um byggiloyvi fara aftur at seta met í ár. Borgarstjórin, Karl Johansen er bjartskygdur um framtíðina, tí hann sigur, at umframt hetta, gongur eisini væl við arbeiðnum at útvega fleiri vinnuøki við Borðoyavík.

 

Klaksvík av Háfjalli. Pól Sundskarð tók myndina