Ongantíð betur um alt er í ordan

Tað sigur Niclas Davidsen, formaður í B68, um Jankovic-málið

Niclas Davidsen, formaður í B68, váttar, at B68 hevur kært AB um vantandi arbeiðsloyvi hjá Dimitrije Jankovic.

 

Ongantíð betur um alt er, sum tað skal vera, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68.

 

- Tað kom okkum fyri oyra, at hesin spælarin kanska ikki hevði arbeiðsloyvi, og vit valdu tí at kæra, sigur hann.

 

B68-formaðurin sigur seg ikki vera vísan í, um hald er í søguni, men vónar at FSF fer at fáa greiðu á málinum, nú teir hava kært.

 

- Eg fái meg ikki at trúgva, at arbeiðsloyvi ikki er í lagi, men tá fleiri keldur siga okkum, at alt ikki er í lagi, so meta vit, at tað er rætt at fáa sannleikan fram í málinum, sigur Niclas Davidsen, og tí hevur B68 kært.

 

Niclas Davidsen sigur, at hetta eisini er eitt áhugavert mál at fáa roynt hjá FSF, av tí at einki líknandi mál hevur verið fyri fyrr.

 

- Nú kunnu vit fáa staðfest, hvat arbeiðsloyvi hevur at siga í sambandi við fótbólt. Øll tey føroysku feløgini nýta jú útlendskar leikarar, og ikki altíð er líka skjótt og lætt at fáa arbeiðsloyvi upp á pláss, sigur hann.

 

- Men sum sagt, ongantíð betur, um alt vísir seg at vera í lagi hjá AB og Dimitrije Jankovic.