Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Katrin Bærentsen
LGBT Føroyar heiðraði trimum føroyingum fyri at hava vart áhugamálini hjá kynsligum minnilutabólkum í samfelagnum. Tað gjørdust ein fólkaskúlalærari, Anna Dalsgaard, ein filmsleikstjóri, Maria W. Olsen og ein tvørkyndur føroyingur, Sofia Høgnesen, sum vórðu heiðrað fyri at hava varpað jaligt ljós á LGBT viðurskifti í Føroyum.
Sostatt kann sigast, at LGBT er sett á dagsskrá í almenna rúminum úr skúlaverkinum og innan filmslistina, og Katrin Bærentsen, nevndarlimur í LGBT Føroyar ásannar, at tað stendur betri til enn áður í Føroyum.
- LGBT viðurskifti hava ongantíð verið eins góð í Føroyum og nú, men enn er eitt sindur á mál. Nógv rættindini eru vunnin, og LGBTarar eru vorðnir sjónligari í almenna rúminum, men vit ynskja framvegis at fáa somu rættindi, sum aðrir borgarar í føroyska samfelagnum, sigur Katrin, sum vónar at føroysk giftarmál í framtíðini ikki bert eru millum hinskynd.