Eitt nýtast føroysku áskoðararnir ikki at ræðast í kvøld, og tað er at skulu stríðast frammanfyri einari risastórari áskoðarafjøld á útivølli, so sum føroyska liðið upplivdi í Budapest í Ungarn ífjør.
Skonto leikvøllurin í Riga hevur ein áskoðarakapasitet uppá 9.500 fólk. Ongantíð hevur verið útselt til ein landsdyst. Tað nærmasta tey hava verið einum fullsettum vølli var tá Lettland spældi EM Play Off dyst ímóti Turkalandi í november í 2003. Tá vóru 9.000 áskoðarar. Ivan Eginsson Eysturland, sum er kønur í landsliðsfótbólti metir, at áskoðaratalið í kvøld fer at liggja millum 3.000 og 5.000 fólk. 110 føroyskir fjepparar verða til dystin, og teir fara vónandi at hoyrast.
Skonto leikvøllurin er frá árinum 2000. Tróndur Arge heldur, at leikvøllurin minnir um Tórsvøll áðrenn umbyggingina. Føroysku landsliðsspælararnir lata annars væl at grasteppinum á Skonto leikvøllinum.
Joe Cocker, Depeche Mode, Elton John, Massive Attack, Metallica, Aerosmith, o.o. kend nøvn hava havt konsertir á Skonto leikvøllinum, og tað er tá tær størstu fjøldirnar hava verið á gátt á Skonto leikvøllinum.
Vøllurin á Skonto leikvøllinum er 105 x 68 metrar til støddar.