Ongantíð verið so nógv fólk til arbeiðis sum nú

Fjøldin av fólki í Føroyum, sum arbeiðir, hevur nú sett nýtt met, vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni

Uppgerðin vísir, at í juli mánaða í ár vóru næstan 26.200 løntakarar í Føroyum, og tað er gott og væl 800 fleiri enn tað vóru í juli mánaða í fjør. Og talið av løntakaranum er sostatt tað størsta nakrantíð í Føroyum

 

Skrásetingin gongur aftur til 1985 og gamla metið var í apríl í 2008, tá ið tað vóru 26.031 løntakarar skrásettir í Føroyum.