? Vit royndu at fáa semju í síðstu viku um hetta málið, men tað gekk ikki. Eg havi verið í býráðnum í 30 ár nú, og eg havi ongantíð upplivað, at man er farin í rættin við einum málið, segði Heðin Mortensen aftaná fundin.
Hann leggur afturat, at á einum býráðsfundi hendir so nógv, og nógv verður sagt, men at Heðin skuldi hava samanborið Leiv við Peter Brixtofte og sagt, at Leivur hevði krógvað skjøl í sambandi við Tórsvøll, var lygn.
? Hjá mær hevur hetta verið ein stór tíðarspilla. Dómarin kom við hasum uppskotinum, tí hatta málið hoyrdi ikki heima í rættinum. Talan var um orð ímóti orði, og segði dómarin, at Leivur Hansen fór at tapa málið, sigur Heðin Mortensen.
? Leivur Hansen sigur, at hann er glaður fyri at verða reinsaður, men eg má siga, at tað er heldur eg, sum eri vorðin reinsaður.