Formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted var sera stoltur, tá hann stóð við løgmanssteypinum í hondini. Felagið hjá honum hevur nú vunnið løgmanssteypið tríggjar ferðir tey seinastu fýra árini. Og løgmaður, Kaj Leo Johannesen bar eisini uppá mál, at EB/Streymur hevði vunnið 75 prosent av teimum finalunum, teir høvdu verið í, tá hann handaði teimum svørt/bláu steypið. Rólant Højsted kendi seg tó ikki vísan í, at sigurin var heima, tá seinni hálvleikur var farin í gongd. – Tað sá ikki gott út, tá seinni hálvleikur byrjaði, tá hevði ÍF líka sum leikliga yvirvág. Men tá teir so misnýttu sínar møguleikar, so byrjaði eg at kenna meg vissan í, at dysturin fór at enda 1-0 til okkum. Eg haldi tað er óført at gerast steypavinnari, vit mugu bara vinna Føroyameistaraheitið líka ofta, staðfesti formaðurin í EB/Streymi, sum ikki duldi hvør ambisjónin hjá felagsliðnum í Sundalagnum er. Greipan og Champions League undandystir eru næsta málið.