Elenor Mercedes F. Hansen úr Klaksvík er ein av teimum mongu túsund, sum eru farin á ársins Summarfestival.
- Tað, sum eg eri allar spentast uppá, er at hoyra Frændur. Hóast eg havi hoyrt teir túsund ferðir fyrr, so verði eg ongantíð troytt av at hoyra teir. Teirra sangir eru ótrúliga góðir, og øll kenna teir, sigur Elenor, sum er á so at siga hvørjum Summarfestivali.
- Um man býr í Klaksvík, so er tað eitt must, at man fer á Summarfestival. Eg hevði ikki kunnað droymt um at verið í Klaksvík uttan at farið á Summarfestival, sigur Elenor.
Tað nógva regnið, sum hevur verið í dag, tykist ikki at hava ávirkað hugin hjá Elenor at fara á festival.
- Regnið er okay, um man hevur ordilig regnklæði. Vit búgva í Føroyum, so man kann vænta eitt sindur av regni.
Í fjør vóru kendu Westlife á Summarfestivalinum, og var hetta ein konsert, sum Elenor minnist gleðiliga afturá.
- Westlife ótrúliga vóru kulir. Næsta ár hopi eg, at Backstreet Boys koma, sigur Eleonor flennandi at enda.










