Sum støðan er nú, dugir formaðurin í Reiðarafelagnum ikki at síggja eina loysn á verkfallinum hjá Fiskimannafelagnum
- Tað hevur neyvan nakrantíð áður sæð so svart út.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, dugir ikki í løtuni at síggja nakra sum helst loysn á trætuni við Fiskimannafelagið, sum hevur ført til, at allir fiskimenn eru farnir í verkfall.
Hann hevur verið limur í nevndini í Reiðarafelagnum í næstan 20 ár og hevur sostatt eisini verið við til nógvar samráðingar.
Men hann sigur, at partarnir hava ongantíð verið so langt frá hvørjum øðrum, sum teir standa nú.
Tí heldur hann eisini, at tað er heilt ómøguligt at siga nakað um, nær verkfallið kann hugsast at fáa ein enda.
Tað, sum serliga skilir partarnar, er spurningurin um eftirløn til fiskimenn og útreiðslurnar til oljuna.
- Nú kostar oljan umleið fýra krónur fyri liturin, og nú eru vit komin hartil, at tað loysir seg betri hjá summum bátum at liggja, heldur enn at fiska, tí teir fiska ikki fyri olju.
Hetta er serliga galdandi fyri teir stóru lemmatrolararnar.
Samstundis hava fiskimenn trákkast eftir at fáa eina betri eftirløn, og Viberg Sørensen staðfestir, at tað taka reiðararnir fult undir við.
- Men skulu vit betala meiri í eftirløn, mugu vit fáa okkurt inn í hinum endanum, annars hongur ikki saman, staðfestir hann.
Viberg Sørensen sigur, at tískil hevur eitt uppskot til Fiskimannafelagið verið, at oljan fer av óbýttum, og at fiskimenn afturfyri fáa eina betri eftirlønarskipan, men tað vil Fiskimannafelagið ikki vita av.










