Næst síðstu nátt doyðu tveir danskir útróðrarmenn ? faðir og sonur ? tá báturin, sum teir vóru við, varð niðursigldur av einum svenskum farmaskipi. Hendingin fór fram út fyri strondini á Djurslandi. Báðir menninir endaðu í sjónum, og tað eydnaðist ikki at bjarga teimum á lívi. Líkini av monnunum komu tó bæði aftur í aftur.
Betri gekst hjá tveimum útróðrarmonnum úr Glyngøre, tá drívísur gjørdi, at hol kom á skrokkin á bátinum, sum teir vóru við.
Báturin fór at leka, men menninir vóru ongantíð í lívsvanda.
Hetta hendi nú uppundir endan av vikuni í ein landnyrðing úr Oddesund, tá menninir vóru at skeljaveiði.
Bjargingarlið úr Thyborøn fingu bøtt holið í skrokkinum við plastikki, og síðan varð sett á at sleipa bátin móti Lemvig.