– Tað sær út til at felagið er væl fyri. Vit eru umleið 1200 aktivir limir, og tað er nokk ikki hægri enn tað sama. Umstøðurnar verða betur og betur. Fimi-høllin í Gundadali er á veg, so vit hava góðar vónir, sigur Anni Kyster.
Men í staðin fyri at fokusera upp á ytru virðini, so fer felagið nú at hyggja meira inneftir, og hetta merkir, at felagið fer at royna at útbúgva venjararnar meiri.
Meiri breidd
Seinastu fáu árini hevur breiddin í felagnum fingið meira at fara til.
– Fimleikurin er fyri øll, og tí hava vit roynt at skipa soleiðis fyri, at breiddin fær meira enn tí árligu framsýningina. So vit hava gjørt nøkur tiltøk fyri breiddina, so tey hava fingið meira at gleða seg til.
Men kappingarliðini hava eisini fingið sítt, har tey nú sleppa út í heim at kappast ofta.
Innan sjálvar greinirnar eru eisini stórar broytingar komnar.
– Amboðini eru blivin betri, og menningin, sum er í estetiska og amboðsfimleikinum er so øgilig í løtuni, greiðir forkvinnan hjá 100 ára føðingardagsbarninum.










